Fríggjadagin skrivaðu vit um kettling, sum var funnin í kavanum í Jørundsgøtu, og í morgun ger útróðrarmaður vart við at hann óivað er komin til verðina umborð á útróðrarbáti.
Kettlingurin talan er um, var funnin í kavanum á Jørundsgøtu fríggjadagin, og ein eftirlýsing eftir eigaranum var løgd út á heimasíðuna her á nordlysid.fo – men talan er óivað um ein útløgukatt, sigur ein útróðrarmaður við Norðlýsið í morgun.
– Tá vit komu umborð á bátin seinastu viku løgdu vit til merkis, at vit høvdu havt vitjan frammi undir bakkanum. Vit gjørdu ikki meira við tað, men roknaðu bara við at ein útløgukattur hevði verið upp á spæl.
– Tá vit komu á fiskileið á norðhavinum síggi eg ein kettling standa frammi undir bakkanum.
– Vit høvdu annað at takast við so eg hugsaði ikki meira um tað.
– Seinni tá vit fóru at skaffa, stóð kettlingurin uppi á borðinum.
– Eg lat hann fáa frið og løtu seinni fann eg hann í koyggjuni hjá mær.
– Eg ætlaði at beina fyri honum, men kom ikki til tað.
– Á veg inn aftur á Klaksvík sóu vit tveir aðrar kettlingar koma undan bakkanum.
– Eg lat meg síðani í handskar og tveitti teir upp á land. Teir bæði bitu og klóraðu.
– Nú eg las á heimasíðuni hjá Norðlýsinum, at kettlingur var funnin í kavanum í Jørundsgøtu eri eg vísir í at talan er um unga hjá útløgukatti.
– Eftir at hava granska myndina eri eg vísir í at talan er um sama útløgukatt sum vit høvdu við út á Norðhavið.
– Er eri keddur at at eg ikki beindi fyri teimum, tí eg havi fyrr fingist við útløgukattar og teir eru garvillir.
Útróðrarmaðurin, sum vit tosaðu við, vildi ikki vera nevndur, men hann ráddi til at beina fyri kettlinginum tí hann er undan villkatti.




