Anna Viðstein kom inn á gólvið hjá svágrinum, Óla Marner Christiansen, og sá eitt bunti av lutaseðlum liggja á borðinum. – Keyp ovasta lutaseðilin og vinn ein spildur nýggjan Toyota Avensis Station Car, segði Óli Marner Christiansen við svigarinuna – hon tók av tilboðnum, og í dag kundi Anna saman við familjuni taka ímóti vinninginum uppi hjá Reyni Service – ein spildurnýggjur Toyota Avensis sum hevur eitt virði á kr. 313.850,-

– Vit eru sjálvandi ovurfegin og av tí at vit eisini eiga ein bil frammanundan eru vit væl koyrandi, segði Sankey Viðstein skemtandi meðan Hans Berg frá Reyni Service handaði konuni lykilin til nýggja familjubilin.
Kristian Fríðrik Olsen, umboð fyri Blákross sigur at lutaseðlan var til frama fyri nýggja heimið á Nesi sum verður tikið í nýtslu eftir summarfrítíðina.
– Vit eru sera væl nøgd við innsavningina og ynskja at takka øllum sum hava verið við til at lyfta upp undir og stuðla, sigur Kristian Fríðrik og ynskir hepna vinnaranum hjartaliga tillukku.