Seinastu tíðina hava vit sæð, at fleiri virki í Klaksvík eru seld og keypt og framyvir fara vit helst at síggja fleiri virki og handlar fara á aðrar hendur enn tær tey eru á ídag.
Hetta hevur ikki verið dagligur kostur hjá okkum norðoyingum, tí tað hevur helst verið meira vanligt, at handlar og virkir hava verið á somu hondum til tey steðgaðu upp ella góvust.
Tað sær kanska eitt sindur ógvusligt út, tá arbeiðispláss vera handlaði, men hetta er helst rætta gongdin ímóti effektivari vinnulívi.
Um eitt virki hevur gingið væl og hevur svarað hvørjum sítt og kanska er um at vera útgoldið, so liggur ikki nakað trýst á leiðsluni um at gerast betur, tí tað gongur sum er, hinvegin, verður virkið selt til annan eigara, so stendur hesin nýggi eigarin frammanfyri eini avbjóðing um at gera virkið meira kappingarført, tí mótvegis gomlu eigarunum, skal hesin nýggi nú afturgjalda tað, hann hevur goldið fyri virkið, og tað í sær sjálvum er ein avbjóðing.
Men hann, ið keypir eitt virki ella ein handil trýr vælsagtans uppá ætlanir sínar og so kann einans framtíðin vísa, um tað ber ella brestur.
Tað sum settið gongd á handilin við virkjum og forrætningum, var helst at J.F.K bleiv selt, hetta hevur fingið aðrar at hugsa og tá samstundis Norðoyatunnilin hevur staði fyri framman við størri avbjóðingum, so hava ivaleyst fleiri kennt noyddar at velja, antin at gerast effektivari, ella eisini at selt til aðrar.
Men tað verður ikki soleiðis at vit bert fara at síggja vinnuvirki í norðoyggjum blíva seld, vit skulu rokna við at við fasta sambandinum fara fyritøkur aðrastaðni frá eisini at koma hendavegin.
Vit hava longu nú sæð, at norðoyingar hava keypt virki hinumegin fjørðin og vit fara eisini heilt vist at síggja, at menn hinumegin fara at koma hendavegin at gera íløgur og helst meira enn gjørt hevur verið higartil.
Samanumtikið er onki at ivast í, at allir hesir handlar samanlagt fara at gera økið vit búgva í nógv sterkari enn tað hevur verið frammanundan. Sjálvt um tað er ilt at spáa um framtíðina so ivast Norðlýsið onga løtu í, at økið báðumegin Lorvíksfjørð í árunum sum koma fer at vera eitt nógv áhugaverdari øki at búgva í enn vit ídag duga at droyma um. Við Norðoyatunnlinum verður vítt til veggja og góðir møguleikar fyri gróðrarríkum vinnulívi, bæði á sjógvi og á landi og vit ivast onga løtu í at hetta fer at vera eitt gott alternativ til miðstaðarøkið.
At vit fáa fast samband um Lorvíksfjørð og Vágoyggin hevur fingið fast samband til Streymoynna fer framyvir at hava alstóran týdning fyri føroyska samfelagið.




