(Finalan um Løgmanssteypið) Ynskir ein at sita millum bara viðhaldsfólk hjá sínum liði, so er neyðugt at keypa atgongumerkir í forsølu.
FSF skrivstovan sigur við Norðlýsið, at forsølan steðgar leygardagin á middegi. Á dystardegnum verður so mest sannlíkt ein bólkur latin upp til sølu við dyrnar, og tá verður ikki skilt millum KÍ og Víkinga viðhaldsfólk. Tí er neyðugt hjá teimum, sum ynskja at sita hjá viðhaldsfólkum, ið halda við sínum liði, at keypa atgongumerkir í forsølu.
Atgongumerkir kunnu keypast HER




