leygardagin við Petur Martin Solmunde. Brúðarskógvarnir, sum Klara skal í
hava sína søgu.
Pápi Klaru, Hans J. á Kósini sigur við Norðlýsið, at tá mamma hansara doyði og var jarðað og farið var undir búgvið, funnu tey eina spann fulla av 25 oyrum.
Klára vitsti at omman hevði savnað 25 oyru til brúðarskógvar hennara og tá upp varð talt, vóru heili 4000 25 oyru í spannini ella júst 1.000 krónur.
Omman hevur byrjað tíðliga, tí á spannini stóð árstalið 1992 og eftirkomararnir halda, at hetta er árið, tá Oddvør á Kósini er liðug at savna peningin. Klara er fødd í 73, so gitt verður at omman er byrjað stutt eftir tað at leggja ætlanir fyri ommudøttrina.
Sigast kann, at brúðarskógvarnir hjá Klaru vera nakað heilt serligt fyri hana.




