Mánadag
Kl. 19.00-21.00: Handverk. Vit samlast 14. hvønn mánadag (í ólíka viku) at gera ymiskt handaligt í KFUM & K. Allir menn fáa sms mánadag. Um ein ikki fær sms, send so sms til 212480.
Týsdag
Kl. 20.00: Gentubólkurin samlast. Allar gentir eru vælkomnar.
Kl. 20.30: Dreingjabólkurin samlast. Allir dreingir eru vælkomnir.
Mikudag
Kl. 20.00: Bíbliutími við Hjørleif Poulsen. Dánjalsbók kap. 9.
Hósdag
Kl. 17.30: Juniormøti fyri tey, sum eru frá uml. 5.-7. flokk. Allir juniorar og foreldur fáa sms. Um onkur ikki fær sms, send so sms við navn og tel.nr. til 212480.
Kl. 20.00-21.30: Gospelkórið Sola Gratia venur.
Sunnudag
Kl. 14.00: Sunnudagsskúli. Vit syngja, hoyra bíbliusøgu, gera aktivitetir, drekka o.a. Børn í øllum aldri, foreldur, ommur, abbar, øll vælkomin. Barnakórið venur aftaná.
Kl. 17.30: Bønarløta.
Kl. 18.00: Evnismøti við Eyðbjørn Jacobsen. Evnið: Tá siðvenjan svíkur. Barnaansing eru undir møtinum.
Kl. 20.30: Ungdómsmøtið við Tom Jacobsen.
Vitja okkum eisini á facebook: kfum&kklaksvik
Øll hjartaliga vælkomin!




