Týsdag
Kl. 20.00: Gentubólkurin samlast. Allar gentir eru vælkomnar.
Kl. 20.00: Dreingjabólkurin samlast. Allir dreingir eru vælkomnir.
Mikudag
Kl. 20.00: Bíbliutími. Vit lesa Job kap. 21-22.
Hósdag
Kl. 17.30: Juniormøti fyri tey, sum eru frá uml. 5.-7. flokk. Allir juniorar og foreldur fáa sms. Um onkur ikki fær sms, send so navn og telefonnummar við sms til 212480.
Kl. 20.00-21.30: Gospelkórið Sola Gratia venur.
Leygardag
Kl. 10.00: Blákrossinnsavnan. Vit møtast til morgunmat og fáa so eina rutu at ganga í Klaksvík við Bláakross bússuni. Øll eru hjartaliga vælkomin at vera við.
Sunnudag
Kl. 14.00: Sunnudagsskúli. Vit syngja, hoyra bíbliusøgu, gera aktivitetir, drekka o.a. Børn í øllum aldri, foreldur, ommur, abbar, øll vælkomin. Barnakórið venur aftaná.
Kl. 17.30: Bønarløta.
Kl. 18.00: Møti. Barnaansing er undir møtinum.
Kl. 20.30: Ungdómsmøtið.
Vitja okkum eisini á facebook: kfum&kklaksvik
Øll hjartaliga vælkomin!




