Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ-07Vestur í kvøld

Jákup Ósá

Ein sera týðandi dystur í 1.deild hjá monnum verður í Klaksvík í kvøld.

Tað stendur nógv uppá spæl hjá báðum liðunum undan dystinum í kvøld, sum er tann seinasti áðrenn summarsteðgin hjá 1.deild. KÍ stríðist í botninum fyri at yvirliva. Liðið liggur í løtuni á næst aftasta plássi. Tvey stig eru upp til EB/Streym á 8. plássi, sum hevur spælt ein dyst fleiri. Sostatt kann KÍ við sigri í kvøld fara framum EB/Streym. KÍ kann til dystin brúka allar leikarar, sum eru føddir í 1993 ella seinni, sum reglurnar loyva, so helst verður talan um eitt sterkt KÍ lið.

07Vestur stríðist um at koma uppaftur í bestu deildina eftir niðurflytingina í fjør. Liðið hevur eftir eina trupla byrjan fingið gongd á og liggur í løtuni á 3. plássi. 2 stig eru upp til B36 á 2. plássi og tískil fer 07Vestur, sum ikki hevur tapt i fimm dystum, framum B36, um teir vinna í kvøld.

Dysturin byrjar kl. 19.00 og dómari verður Kári J. Á Høvdanum.