Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ 112 ár í dag – Karl Isaksen er ein av stóru hetjunum

Oliver Joensen

– Í mínum barnaárum var ein av stóru hetjunum Karl Isaksen ella Karl málmaðurin, sum vit dreingir kallaðu hann, tá ið vit spældu á túnum og teigum og á tennisplenini og kappaðust og klandraðust eitt sindur um, hvør okkara nú var Karl málmaðurin, skrivar fróðarmaðurin og skilamaðurin Jóannes Hansen á sínum facebook-vanga í dag, nú KÍ fyllir 112 ár.

KÍ varð stovnað 24. august 1904 og fyllir sostatt 112 ár í dag, og hetta merkist eisini á sosialu miðlunum, har mong nýta høvið at senda heilsanir til ítróttarflaggskipið í Norðoyggjum, sum leygardagin skal spæla finalu um løgmanssteypið.

Ein av áhugaverdu heilsanunum kemur frá klaksvíkinginum Jóannes Hansen, sum er kendur fyri sína stóru vitan innan mong viðurskifti. Vit endurgeva her heilsan hansara, sum eisini kann síggjast á hesari slóðini: https://www.facebook.com/joannes.hansen/posts/1102602973152789

Harleyfacadeacryl