Oddaliðið NSÍ tapti sín fyrsta dyst í hesum kappingarárinum, tá KÍ vann 2-1 við Løkin í kvøld.
Talan var um tvey væl mannað lið, nú tað bar so til, at dysturin var dagin eftir at 1.deildarliðini spældu. Tað gjørdi, at allir eyka leikarar fingu spælitíð. KÍ vann dystin 2-1. Málini hjá KÍ skoraðu Dion Splidt og Petur Andreasen. Í seinna hálvleiki minkaði NSÍ um munin til 2-1 við máli frá Hans Marius Davidsen.
Við sigrinum kom KÍ uppá 2. plássið í næstbestu deildini. 4 stig aftanfyri oddaliðið NSÍ, sum hevur spælt ein dyst fleiri.
NSÍ-KÍ 1-2 (0-2)
0-1: Dion Splidt
0-2: Petur Andreasen
1-2: Hans Marius Davidsen
KÍ byrjaði við hesum liðnum (4-4-2): Meinhardt Joensen – Henry Heinesen, Ahmed Mujdragic, Ólavur Niclassen, Mikkjal á Bergi – Dion Splidt, Tórur Justesen, Steinbjørn Olsen, Jóannes K. Danielsen – Aksel B. Danielsen, Petur Andreasen. Í hálvleikinum kom Oddmar Marsten inn fyri Ahmed Mujdragic. Seinni komu Andrias Frederiksberg og Jósup Henriksen á vøllin.




