Bara tvey stig skilja liðini í toppinum, nú 3 umfør eru eftir í 1.deild. Samstundis tykist tað upplagt nú, at KÍ flytur niður í 2.deild eftir tapið í Leirvík í gjár.
Víkingur vann týðandi botndystin móti KÍ. Endaliga úrslitið gjørdist 2-1. Samstundis vann HB 3-1 móti TB. Tað merkir, at KÍ nú er greitt undir niðurflytingarstrikuni. Víkingur hevur 28 stig, HB hevur 26 stig og KÍ hevur 22 stig. 9 stig eru eftir at spæla um.
Víkingur hevur hesar dystirnar eftir:
NSÍ (úti)
HB (úti)
B36 (heima)
HB hevur hesar dystirnar eftir:
AB (úti)
Víkingur (heima)
KÍ (úti)
KÍ hevur hesar dystirnar eftir:
FC Suðuroy (heima)
07Vestur (úti)
HB (heima)
Í toppinum kappast 07Vestur og FC Suðuroy um at fáa 2. plássið og harvið uppflyting. 07Vestur er í løtuni tvey stig frammanfyri.
07 Vestur møtir TB(úti), KÍ (heima) og EB/Streymi (úti), meðan FC Suðuroy møtir KÍ(úti), B36 (úti) og NSÍ (heima).




