Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ á vegamóti: Nú kemur 2009!: Hvussu fer KÍ at satsa í Formuladeildini í 2009?

Norðlýsið ÍTROTTUR

Okkurt bendir á, at KÍ, eins og flestu feløg, komandi ár meir enn higartil má venda hvørjari krónu. Helst fer felagið í enn størri mun at dúva upp á egið leikaratilfeingi.

Um tey óváttaðu fótbóltstíðindini, sum ein javnar frættir um fleiri av føroysku fótbóltsfeløgunum í Formuladeildini, eru eftirfarandi, so er kostnaðurin av leikarunum í Formuladeildini í miðal ov høgur, tí fleiri av feløgunum hava ilt við at rinda leikarunum allar teirra lønir til ásettu tíð.

Tí hevði tað verið ein skilagóð avgerð, um feløgini samfelt gjørdu av at halda eitt sindur aftur í hesum partinum av teirra útreiðslum, soleiðis at føroyskur fótbóltur fekk nøkur toppfeløg, sum vóru væl fyri og ikki satsaðu ov nógv fíggjarliga.

Tað er ongantíð lætt at taka slíkar avgerðir, tí eingin vil detta niðurímillum í hørðu kappingini um teir bestu leikararnar, og tí er helst ivasamt, um ein broyting í hesi gongdini fer at henda nú, men ynskiligt hevði tað verið fyri føroyskan fótbólt.

Skjótleiki hevur
stóran týdning

Seinastu tíðina hevur tað víst seg, at leikarar og venjarar í flestu førum gera avtalur við feløgini um komandi kappingarár beinanvegin, tá ið kappingin árið fyri endar.

Tí er umráðandi fyri feløgini í Formuladeildini, at tey eru skjót við sínum avgerðum og útmeldingum, áðrenn øll “tokini” eru farin.

Sum skilst situr KÍ í løtuni og arbeiðir við at finna Formulaliði felagsins ein nýggjan venjara fyri komandi kappingarár.

Heimasíða felagsins skrivar, at hesin spurningur væntandi verður greiddur í komandi viku.

Venjaravalið stóra
ávirkan á leikarar

Av royndum vita vit, at venjarin hevur stóra ávirkan á, um leikarar vilja koma til ella halda fram í einum fótbóltsfelag.

Tí hevur tað sjálvandi týdning fyri KÍ, bæði at bera skjótt at og ikki minst at finna ein væl egnaðan og eisini væl umtóktan venjara til hetta heita starvið í Klaksvík.

Sum støðan er í løtuni, hevur KÍ meir enn nakrantíð brúk fyri einum skilagóðum persóni til hetta starvið, tí viðkomandi fær uppgávuna at byggja víðari upp eitt nýtt Formulalið, sum við tíðini vónandi kann gerast eitt topplið.

Oddalið verður neyvan talan um í fyrsta umfari – tað er tó sjálvandi gjørligt, men sannlíkt er tað ikki – og tí skal ein venjari helst setast fyri eini 3 ár ella so, so viðkomandi kann fáa stundir og motivatión til ikki bara at hugsa stutt, men eisini framtíð.

Spennandi verður at frætta, hvat navn Tummas fer at hála úr hattinum …. vit ynskja teimum bestu eydnu við hesum týðandi nevndararbeiði.

Egið leikaratilfar
men við profilum

Neyvan er ivi um, at KÍ komandi ár í rímiliga stóran mun fer at satsa upp á at byggja víðari upp eitt Formulalið, har ein munandi partur verða heimligir leikarar, sum antin eru vaksnir upp í felagum ella í grannalagnum.

Vónandi kann felagið skjótt fáa hesi nøvn upp á pláss uttan teir heilt stóru trupulleikarnar – hesum hevur felagið brúk fyri, so stabilitetur kann valda.

Men harafturat er tað givið, at KÍ heldur ikki komandi ár kann fara til kappingina í Formuladeildini uttan at hava sterkar profilar á liðnum, soleiðis at tað kann klára seg í øllum førum nakað frægari enn í ár, nú niðurflytingin leingi hevur plágað.

Hetta er ein javnvág, sum ikki er løtt at finna og halda.

Um vit t.d. hugsa um árið í ár, so eydnaðist tað Eyðuni Klakstein í fyrra parti av kappingini – við einum sera avmarkaðum hópi (vegna skaðar v.m.) – at fáa fleiri hampulig úrslit við einum rættiliga ungum liði.

Teir ungu vístu seg – saman við Jákupi í málinum, Harley og Jan og øðrum royndum monnum – at klára seg heilt hampuliga væl.

Tað er tí vert at geva hesum monnum møguleikan at mennast víðari við ta geva teimum ábyrg og møguleikan millum teir fyrstu 11 á besta liðnum.

Spurningurin er so bara, hvørjar og hvussu nógvar royndar profilar ein skal hava afturat fyri at fáa eitt lið, sum er nóg sterkt til Formuladeildina …..

….. hetta verður sjálvandi upp til venjaran, sum KÍ ætlar at finna og presentera í komandi viku.