Erling Fles var dagsins hetja í dystinum ímóti B36 í Havn ídag. KÍ vann ikki minni enn 5-2 á B36 og Erling skoraði 3 av málunum.
Returdystur um upp- og niðurflyting ímillum 2. og 3. deild, varð leiktur ídag ímillum B36 og KÍ. KÍ vann fyrra dystin í Klaksvík 2-1, so tað var við ikki sørt av spenningi at farið var til Havnar.
B36 liðið sá út til at vera styrkt í mun til dystin í Klaksvík og skjótt løgdu teir seg á odda 1-0. Tá vóru bert uml. 5 minuttir leiktir. Men KÍ kom spakuliga ígongd og eitt skiftið var støðan 4-1 til KÍ.
Endaliga úrslitið gjørdist sum sagt heili 5-2 til KÍ og umframt tey trý málini hjá Erlingi, so skoraðu Tórur Lervig og Jósup Henriksen hvør sítt.
Tá fyrr dysturin varð leiktur í Klaksvík, skoraði Erling bæði málini, so av samanlagda úrslitinum 7-2, eigur Erling Fles tey 5 málini.




