Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ álopsmaskinan sigraði

Jákup Ósá

(Dystarfrásøgn) KÍ vann at enda stórsigur móti 07Vestur. Mená leiðini misti liðið eina tvey máls leiðslu.

 

Nógv fólk var til dystin í góðveðrinum í Klaksvíkseinnapartin, tá eitt óbroytt KÍ lið tók ímóti 07Vestur, ið fleiri ferðir hevurfingið góð úrslit í Klaksvík seinnu árini.

 

Vánaligur fyrri hálvleikur

Í fyrra hálvleiki hendi ikki tað stóra frammanfyri málunumbáðum. KÍ leikararnir gjørdu óvanliga nógvar feilir í smáspælinum. KÍ kom áodda tíðliga í dystinum, tá Páll A. Klettskarð gjørdist púra leysur og skoraði.Størsta brenda møguleikan í Djúpumýru í ár fekk Ibrahima Camara, tá hann stóðpúra leysur á 5 metrinum, men skeyt á stongina.

 

Stórt undirhald

Í seinna hálvleiki kom nógv meira ferð á dystin og vit sóubetri fótbólt. KÍ økti tá ein tími var leiktur, men aftur hesaferð mistuklaksvíkingar eina tvey máls leiðslu. Men KÍ kom fyri seg aftur og fekkseinastu løtuna trý mál afturat. Serliga Hjalgrím Elttør kom fyri seg í seinnahálvleiki, meðan innskiftu Heðin Klakstein og Henry Heinesen báðir skoraðu. KÍ hevði annars nógvar møguleikar at skora fleiri mál í seinna hálvleiki móti veiku miðverjuni hjá 07Vestur.

 

KÍ á 2. plássi

Dysturin staðfesti aftur, at KÍ er liðið í Effodeildini, iðstendur fyri størsta undirhaldinum, tá vit tosa um málríkar dystir. ÁlvurChristiansen, Hjalgrím Elttør og Páll A. Klettskarð vístu aftur, at teirteljast millum bestu leikararnir í kappingini higartil í ár og vóru aftur við ífleiri málum hvør. Við sigrinum kom KÍ uppá 15 stig og eitt 2. pláss íEffodeildini.