Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ átti eitt brotsspark

John William Joensen

Eftir at hava hugt eftir video-upptøkunum av dystinum millum KÍ og HB eru vit komnir til tað niðurstøðu at ikki ber til at siga at dómarin skuldi verða orðsøk til at at sigurin ikki kom í hús.

Men tað skal sigast at KÍ óivað átti eitt brotsspark, sum dómarin í 88. minutti avvísti.
Hóast vidoupptøkan er mundandi betur enn vit megnað at endurgeva í myndum her í blaðnum, so geva tær ikki nakra greiða ábending um tær tríggjar hendingarnar, sum stórt orðastríð hevur verið um eftir dystin.
 
Mál kolldømt í 42. minutti
Í fyrrahálvleiki, – meðan støðan var 2-1 til HB,  fer ein hending fram á málstrikuni, sum far sinnini í kók.
Bólturin ferðast millum vinir og kenningar á málstrikuni, og endar í netmeskunum, men dómarin dømur fríspark fyri vandamikið spæl.
Videoupptøkurnar eru ikki nóg góðar til at ein við vissu kann siga hvat hendi og ikki. Fleiri leikarar eru í millum kamera og bóltin, men ein kann staðfesta at málverjin ikki heldur bóltinum áðrenn Ovi setur tonnina á hann. Bólturin er í lær-hædd og málverjin og KÍ leikarin fara eftir bóltinum.
Dómarin velur at kolldøma málið, og er hendan avgerð eftir okkara metan ivasom.
 
Mál kolldómt í 85. minutti
Hendan hending er tann mest umtalað eftir dystin sunnudagin, men aftur her mugu vit siga at vido-myndirnar ikki kunnu brúkast til at avgerða hvat fór fram.
Tó kunnu vit staðfesta at tað er kontakt millum leikararnar. Tað verður hildi og toga inni í feltinum, og tá Ovi kemur rennandi aftur um HB verjuleikaran roynir hesin fyrst at forða KÍ áleyparanum, men hetta miseydnast, og tá bólturin kemur togar KÍ leikarin í blusuna hjá verjuleikaranum. Men um hetta er atvoldin til at leikarin dettur ber ikki til at staðfesta út frá videomyndunum. Tó kunnu vit staðfesta at dómarin tykist ikki at ivast. Hann floytar beinan vegin, koyrir hondina upp í loft og rennur síðani aftur á staði og markerar fyri frísparki.
 
Bortsspark kolldømt í 88. minutti
Ein hending, sum ikki hevur verið nógv frammi, men sum fleiri KÍ leikarar gjørdu vart við eftir dystin, var tá Hjalgrím roynir at leggja bóltin inn fyri.
Jan Dam er komin útimóti, og her tykjast videomyndirnar at vísa Jan Dam við honduni á  bóltinum.
Hvørki dómari ella linjuverji síggja hendingina og tí verður einki burtur úr.
Tó skal eisini her undirstrikast at videomyndirnar ikki greitt vísa kontakt við hondina, men at bólturin ferðast í ávísari hædd har hondin hjá verjuleikaranum kemur á sama stað sum bólturin, og hesin síðani skiftur kós.
 
Dómarin ein partur av spælinum
Dómarin er ein partur av spælinum, og tær avgerðir hann tekur hava sera stóran týdning fyri dystin. Serliga ein dyst, sum er so tættur sum tann vit vóru vitni til sunnudagin. Samanumtikið hevði Niclas á Líðarenda ein góðan dyst, har hann allatíðina hevur tamarhald á støðuni.
Videomyndirnar próga ikki at dómarin gjørdi nakað beinleiðis skeivt undir dystinum, verður sæð burtur frá bortssparki, sum átti at verið dómt í 88. minutti. Tó skal sigast at tann hendingin fer fram burtur frá dómaranum, t.v.s. at bólturin er staddur í høgru síðu hjá verjuleikaranum meðan dómarin kemur rennandi frá vinstru. Eisini eru fleiri leikarar, sum blokera útsýnið hjá linjuverjanum.