Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ-B36 4-3

Jákup Ósá

Her ber til at fylgja dystinum millum vertirnir og FM vinnararnir.

Eitt lot er uppá tvørs, men líkindini til fótbólt eru góð, nú vertirnir taka ímóti FM vinnarunum.

KÍ: Meinhardt Joensen – Sørmundur Kalsø, Jonas F. Rasmussen, Ísak Simonsen, Mayowa Alli – Evrard Blé, Ndende A. Guéye, Atli Danielsen – Henry Heinesen, Petur Andreasen, Hjalgrím Elttør
B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Oddmar Færø, Gestur Dam – Jákup á Borg, Andrias Eriksen,  Róaldur Jakobsen, Hans Pauli Samuelsen – Hanus Thorleifsson, Lukasz Cieslewicz
10 min.: Hans Pauli Samuelsen skeyt fríspark uppum múrin og á stongina. Tá bólturin kom út aftur skeyt B36 leikari uppum. Einasti stóri møguleikin higartil í dystinum.
18 min.: KÍ hevur lagt trýst á B36 eina løtu við fleiri longum innkøstum frá Mayowa Alli. Men B36 fekk ruddað burtur hvørja fer áðrenn tað orduliga bleiv vandamikið. Í mun til fyrra dystin, so er spælið ikki so flótandi og nógvir nærdystir eru. Lukasz Cieslewicz er kanska mest eyðsýndur á vøllinum higartil.
30 min.: Framvegis 0-0, men nú er tað KÍ sum er vandamiklara liðið. Petur Andreasen hevur havt bestu royndina hjá KÍ, tá innlegg frá Hjalgrím Elttør endaði hjá Petur. Mesta spælið er á miðjuni. 
Hálvleikur: 0-0. Størsta møguleikan seinastu løtuna hevði Ndende eftir innlegg frá Hjalgrím Elttør. Men skotið fór langt uppum. Sum heild ein javnur hálvleikur, har mesta spælið hevur gingið fyri seg á miðvøllinum. B36 hevur havt eina vandamikla roynd, tá fríspark frá Hans Paula endaði á stongini. Meðan KÍ hevur havt tvær rímuliga góðar royndir.
53 min.: KÍ hevur gjørt tvær útskiftingar. Tórur Justesen og Jóannes Bjartalíð eru komnir inn fyri Evrard Blé og Petur Andreasen. Eingin møguleiki hevur verið enn í seinna hálvleiki.
57 min.: KÍ hevur havt bóltin í málinum, men málið var kolldømt vegna rangstøðu. Tað var Jóannes Bjartalíð, sum skallaði bóltin í málið.
70 min.: Hans Pauli hevur havt eitt gott langskot, sum Meinhardt Joensen bjargaði væl. Uppá hornasparkið kom Camara at standa leysur, men skallaði uppum. Frammanundan hevur KÍ havt yvirtakið, men uttan at skapa stórar møguleikar.
80 min.: So kom størsti møguleikin í dystinum higartil í opnum spæli. Henry Heinesen legði inn og Atli Danielsen kom at standa púra leysur frammanfyri málinum. Men hann skallaði langt viðsíðuna av. Løtu seinni hevði Róaldur jakobsen gott langtskot. Men framvegis 0-0 í einum sera jøvnum dysti.
87 min.: Jóannes Bjartalíð ger gott forarbeiði sum endar við, at Atli Danielsen kemur at standa púra leysur, men skotið fer beint viðsíðuna av. Ein av størstu møguleikunum í dystinum.
Liðugt: 0-0. Nú verður brotssparkskapping.
Brotssparkskapping:
0-1: Jákup á Borg
1-1: Jóannes Bjartalíð
1-2: Róaldur Jakobsen
2-2: Atli Danielsen
3-2: Høgni Eysturoy
3-2: Hjalgrím Elttør brennur
3-2: Hans Pauli Samuelsen brennur
3-3: Tórur Justesen
3-3: Lukasz Cielsewicz brennur
4-3: Jonas F. Rasmussen
Liðugt: Tað kom einki mál í vanligu leiktíðini. Sum heild var dysturin sera tættur og spælið var sjáldan serliga flótandi. bæði liðini høvdu sínar møguleikar, har B36 einu ferðina rakti stongina. Hjá KÍ hevði Atli Danielsen tveir stórar møguleikar í seinna hálvleiki, men sum heild vóru tað báðir verjupartarnir sum stóðu sterkast í myndini. KÍ vann brotssparskappingina, tá KÍ liðskiparin, Jonas F. Rasmussen, skoraði avgerandi brotssparkið.