Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ – B68 leygarmorgunin

(Hannefía Joensen)

Toftamenn koma á vitjan leygarmorgunin. Venjingardysturin byrjar kl. 11.00.

Samstundis verður hetta fyrsti dysturin hjá nýggja brasiliumanninum Anderson. Milic Curcic, ið eisini er nýggjur í hópinum, spældi ein hálvleik í Klaksvíkskappingini. Spennandi verður at síggja teirra dygdir.

Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari sigur at venjingarstøðan gerst betri og betri fyri hvørja viku. – Vit spældu tveir dystir í Klaksvíkskappingini og síðan hava vit vant við niðursettari ferð. Men næstu dagarnar koyra vit á aftur við venjingini – sigur Eyðun fúsur.

Í samband við venjingardystin leygarmorgun ber til at teknað seg fyri málpartabrævi á loftinum í KÍ-høllini. Teknar tú teg fyri einum málpartabrævi ert tú samstundis við í lutakastinum um eina ferð við Atlantic Airways. Lutakastið verður við kappingarenda í heyst. Inntøkur av málpartabrøvunum fara óskerd til rakstur av fremsta mannsliði Klaksvíkar Ítróttarfelags

www.ki.fo