Ivi hevur verið um, nær dysturin á Summar Festivalinum fór at vera leiktur.
Frá KÍ hava vit nú fingið upplýst, at dysturin fríggjakvøldið í Effodeildini millum KÍ og B68 byrjar kl. 18.00.
KÍ hevur ikki vunnið dyst í bestu deildini á Summar Festivalinum síðani 2007, tá KÍ vann 1-0 móti Skála í Klaksvík.




