Í kvøld byrjar 18. umfar í Effodeildini, tá KÍ og B68 spæla dyst á Summar Festivalinum.
Klaksvíkingar hava ikki góð minnir frá í ár, tá B68 verður nevnt. B68 bukaði KÍ av í fyrra dystinum millum liðini, sum bleiv spældur á Svangaskarði, tá støðan einu løtuna var 5-1 til B68. Dysturin endaði 5-3.
B68 liggur aftast í deildini og hevur ikki vunnið síðani tann dystin í 9.umfarinum. KÍ hevur ikki vunnið í trimum teimum seinastu dystunum, so hetta eru tvey lið, sum av álvara hava brúk fyri einum sigri. Hjá KÍ stendur betri til við fólki nú enn seinastu tíðina. Henry Heinesen og Jóhan Jacobsen eru tøkir aftur eftir langt leikbann. Sørmundur Kalsø er eisini tøkur eftir leikbann seinast og Álvur Christiansen er nú komin heim aftur og er í hópinum. Einasta ivamál er Gunnar Christiansen, sum í vikuni fekk ein snudd í nøsina. Hjá B68 hevur Ibrahima Camara ikki havt neyðugu loyvini uppá pláss, eftir at hann skifti aftur til B68, so ivasamt er, um hann verður við í dag.
Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 18.00 og dómari verður Petur Reinert.




