Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ bardi seg til javnleik

John William Joensen

Tað gingu 20 minnutir til KÍ hevði fyrsta málmøguleikan í dystinum, og tað var sam-stundis einasti málmøguleikin í fyrra hálvleiki.

Tá fimm minuttir vóru leiktir av dystinum var longu eyðsýnt at taktiska uppstillingin við liðskiparanum, Atla Danielsen, í verjuni als onga meining hevði.
Tá 10 minuttir vóru leiktir var beinleiðis óskiljandi hví Atli ikki varð fluttur upp á tann gapandi tóma miðvøllin, sum samstundis virkaði sum eitt maskinrúm hjá høvuðsstaðarfelagnum.
Einasta vápni hjá Kí vóru langir bóltar úr verjuni fram í álopið har Erling Fles og Ovi Nysted skuldu taka bardagan upp móti fýra verjuleikarum. Uttan nakran sum helst stuðlu frá miðvøllinum var eyðsýnt at teir bardust til onga nyttu.
Í samfullar 45 minuttir vóru KÍ leikararnir keylir á vøllinum sum føroyameistararnir úr HB spældu sundur og saman.

Fantastiskt at vera Havnamaður
Tað man verða ein fantastisk uppliving at spæla á HB liðnum í løtuni.
Teir eru longu bæði steypavinnarar og Føroyameistarar, so tey seinastu umførini í eftir eru at leika eru ein turné har HB kann sýna sínar gull leikarar fram.
Liðið er uttan iva tað besta í Føroyum og nógvu góðu ungu leikararnir sum mannað liðið hava garanterað ikki víst sítt fulla potentiali enn.
Fyrri hálvleikur var eitt HB-show frá byrjan til endan. Trúføstu áskoðararnir vóru komnir til Klaksvíkar at stuðla og arga. Teir sungu og róptu 18-17 í beinleiðis sipar til at HB nú hevur yvirhála KÍ við flest vunnum meistaraheitum. Rómurin var óførur í skýlinum, sum fyri tað mesta var mannað við áskoðarum úr Havnini.
Tá farið var til hálvleik høvdu fleiri av áskoðarunum hjá KÍ á máli hvussu ógvuslig eyðmýkingin av klaksvíkingum fór at vera, tí áskoðarafjøldin hjá KÍ, sum í ár hevur sett øll botn-met, ikki longur hevur serliga sterka tiltrúgv til KÍ-liðið.
Men hóast stóra leikliga yvirvág eydnaðist tað bert einaferð hjá HB at fáa bóltin í KÍ-málið: Rógvi Jacobsen heddar bóltin víðari til Vagnur Mortensen, sum heilfluktar bóltin í netið. Eingin møguleiki var hjá unga Mathiasi í KÍ málinum at bjarga. HB hevði fleiri skot á málrammuna, m.a. eitt frá fyrrverandi Kíaranum, Símun Eliasen, men hepnið var við KÍ í avgerandi løtunum.

KÍ vaknar
Okkurt mátti gerast og so kom endiliga broyting í.
Alti Danielsen var fluttur upp á miðvøllin sum offentsivur miðvallari og Jan Andreasen var settur inn í miðverjuna. Eyðun Klakstein, var tikin út, hóast hann ikki var vanaligari enn so mangur annar á KÍ liðnum í fyrra hálvleiki, men broyting var neyðug og hon fekk eisini beinan vegin lív í miðvøllin.
Besti maður á vøllinum í seinra hálvleiki var uttan iva Erling Fles, sum stríddist fyri fleiri. Hann var beinleiðis óheppin ikki at fáa bóltin í netið. Tað einu ferðina legði hann fyrst tveir verjuleikarar aftur um seg og tá øll roknaðu við at bólturin fór at detta út um baklinjuna, tveitti hann seg inn og sendi bóltin eftir linjuni, inn undir málverjan, framvið allari mállinjuni og so í aftaru stong og út aftur í spælið.
Ovi Nysted fekk eitt innlegg frá Erling men hann var so óheppin at detta í avgerandi løtuni framman fyri opnum máli.

Forloysandi málið
Jacob Bymar sum í ár hevur skora 8 mál fyri KÍ og tí er nr. 4 í yvirlitinum yvir toppskjúttar, fekk beint fyri leiklok bóltin í málið.
Tað kom eftir at Vagnur hjá HB var rikin av vøllinum fyri á ólógligan hátt at hava steðga Ova Nysted tá hesin var um at gerast leysur.
Erling roynir seg við einum skotið upp á málið, – HB málverjin heldur ikki bóltinum, sum støkur til Jacob Bymar sum prikaði bóltin í málið til javnleik 1-1. Tá vóru 6 minuttir leiktur út yvir vanligu leiktíðina og dómarin floytaði av áðrenn HB hevði givið bóltin upp.
Javnleikurin var uppiborin tí HB hevði sýnt meistaraspæl allan fyrra hálvleik og KÍ hevði víst góðan bardaga hug í seinra hálvleiki.
Men tað er ein sannroynd at sera einkulti fótbólturin hjá KÍ við longum sendingum úr verjuni fram í álopið ikki gevur úrslit um miðvøllurin ikki eisini kemur fram at stuðla. Hetta var munurin á fyrra og seinra hálvleiki.

Fýra stig til Evropa
Hóast tað var ein troyst at KÍ ikki tapti dystin móti HB, so er spurningurin um dysturin ikki kostaði KÍ luttøku í Evropa Cup.
Nú eru fýra stig upp til Skála á triða plássinum og bert tveir dystir eftir at leika. KÍ skal fram um Skála um vit fyri fyrstuferð skulu klára Intertoto Cup kappingina.
Men vit kunnu ikki avgerða tað sjálvir tí til tað krevst at Skála skal snáva bæði móti NSÍ á heimavølli og í seinasta dystinum móti EB/Streymi á Mølini, men tað er sjálvndi gjørligt.
KÍ skal hinvegin vinna í Vági og í Klaksvík móti ÍF og á papírinum sær tað ikki ómøguligt út.
Koyr á KÍ