Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ bjóðar í ókeypis føðingardag

(
John Færø)

Annan leygardag, tann 23. august 2003, skipar KÍ fyri stórum føðingardagshaldið á vøllinum í Djúpumýru, har øll eru hjartaliga vælkomin at royna nógv ymist, sum skipað verður fyri har.

Tað er ikki hvørjum beskorið at fylla 99 ár, men so høgan aldur hevur næst elsta fótbóltsfelag í landinum, KÍ, nú nátt.
Hetta merkir sjálvandi, at tað nú bert er eitt ár, til felagið rundar tey 100 árini, tá ein vanliga ger serliga nógv burturúr.
Men ein 99-ára føðingardagur skal sjálvandi eisini hátíðarhaldast, ikki minst tá talan er um eitt so sigursvant felag sum KÍ, sum m.a. hevur vunnið flest FM-heiti her á landi.
Eitt av tiltøkunum, sum verða fyriskipaði í hesum sambandi, verður leygardagin tann 23. august – dagin fyri sjálvan 99-ára føðingardagin, sum er sunnudagin 24. august 2003

Nógv til børnini.
Saman við øðrum góðum fólki og stuðlum hava Finn Johannesen og Bill McLeod Jacobsen tikið stig til eitt serligt føðingardagshald á vøllinum, sum serliga er ætlað familjunum og børnunum.
Enn skal ikki avdúkast út í æsir, hvørji tiltøk talan verður um, men vit kunnu í øllum førum siga somikið, at tað verður eitt og annað spennandi, sum børnum dámar væl at royna.

Alt verður ókeypis.
Tað vanliga er, at slík tiltøk, t.d. tivoli, taka pening fyri hvørja ferð ein vil royna okkurt, men soleiðis er ikki hesaferð.
KÍ heldur føðingardag og bjóðar tí øllum ókeypis at royna tað, sum verður at royna á vøllinum.
Umframt felagið sjálvt, so eru aðrir góðir stuðlar inni í myndini, sum gera tað møguligt hjá KÍ at bjóða til ókeypis tiltøk. Eitt nú stuðlar kommunan tiltakinum, og sum skilst er Silvi eisini inni í myndini.