Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ bjóðar til dómaraskeið hóskvøldið

John William Joensen

Øll sum hava áhugað í fótbólti og døming kunnu hóskvøldið fáa eitt grundskeið í døming.

Í apríl mánaði skipar FSF fyri grundskeiðnum Dómarin. Skeiðið verður hildið runt landið, og verður skeiðið fyri KÍ hildið í Klaksvík, hóskvøldið 20.apríl kl.18-22. KÍ hevur avgjørt at rinda skeiði soleiðis at skeiði er ókeypis fyri luttkararnar. Sosatt kunnu øll sum hava áhugað møta til skeiði sum verður í hølum felagsins á loftinum í KÍ høllini frá kl. 18:00 til kl. 22:00.

Evni sum verða viðgjørd:
Generelt um døming, hvat og hvussu er tað at vera dómari.
Fríspark, – beinleiðis og óbeinleiðis
Rangstøða
Teori og praktik.  tekngeving og døming á vøllinum
Luttakararnir skulu ikki til próvtøku, og tískil fáa teir ikki prógv, men eitt  luttøkuskjal.

Døming:   Døma yngri deildir

Undirvísari: Lassin Isaksen

Upptøkukrøv: 14 ár og eldri.

Luttøkugjald: Ókeypis

Frágreiðing:
Hetta er eitt grundskeið í døming, og er ætlað teimum sum skulu døma í yngri deildum. Kravið í ár, at dómararnir  í Dreingja- og Gentudeildini í minsta lagi hava hetta skeiðið.
Vónandi verður møtt fjølment og skeiði er baði fyri kvinnur og menn.

Við ítróttarkvøðu
FÓTBÓLTSSAMBAND FØROYA
og
KLAKSVÍKAR ÍTRÓTTARFELAG