Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ byrjar við føroyameistarunum: KÍ móti NSÍ leygardagin

Norðlýsið ÍTROTTUR

Leygardagin kl. 10.30 spæla KÍ og NSÍ venjingardyst í Klaksvík. Fleiri nýggir spælarar sleppa at royna seg á KÍ-liðnum hendan dagin

Ætlanin var annars, at KÍ og TB skuldu spæla, men hóskvøldið gav TB avboð til dystin, tí teir hava so lítið fólk at taka av júst nú. Teir eru hart raktir av skaðum millum annað.

Tí hevur KÍ gjørt avtalu við NSÍ, um at runavíkingar koma norður at spæla leygardagin. NSÍ er føroyameitari, so KÍ-spælararnir sleppa av álvara at royna seg í fyrsta venjingardystinum.

Millum teir, sum skulu royna seg á KÍ-liðnum leygardagin, verða fleiri nýggir spælarar.
Jákup Mikkelsen er gamal KÍ’arni, men spælir nú sín fyrsta dyst fyri KÍ í trý ár. Brasilski álopsspælarin Rodrigo skal royna seg fyri fyrstu ferð í KÍ-troyggjuni, og tað skal Bjarni Jørgensen eisini. Harafturat hevur KÍ ein brasilskan verjuspælara, Alex, til royndarvenjingar næstu dagarnar, og hann skal ætlandi spæla við leygardagin. 

(kelda: www.ki.fo)

Harleyfacadeacryl