(Dystarfrásøgn) Í helst minniligasta KÍ dystinum í Sarpugerði í nýggjari tíð – sæð við KÍ brillum – vendi KÍ einum hóttandi tapi til ein avgerandi sigur við framúrskarandi avriki í seinna hálvleiki. Sigurin hjá KÍ var fult uppiborin, tí hóast trýst seinasta partin av dystinum, so hevði Víkingur bara ein 100 prosent møguleika í øllum dystinum, og hann skoraðu Víkingar uppá.
Undan dystinum var greitt, at KÍ venjarin Mikkjal K. Thomassen kom við fleiri trekkum, sum Víkingar og kanska mong onnur neyvan vóru fyrireikað uppá. Fyri tað fyrsta spældi KÍ í 3-4-3 leikskipanini, sum var brúkt onkran dyst fyrr í ár og síðani fekk 18 ára gamli Ólavur Niclassen sín fyrsta dyst frá byrjan á besta KÍ liðnum. Eitt val, sum tey flestu helst settu spurnartekin við, tí dygdirnar hjá Ólavi vóru ókendar fyri tey flestu, tí hann hevur ikki spælt nakað nevnivert á besta liðnum fyrr.
Í fyrra hálvleiki var talan um javnan dyst við nærum ongum møguleikum. Einasti heilt stóri møguleikin kom til Gert Hansen, sum knappliga stóð úra leysur og so var 1-0 til Víking. Spælið var lítið skipað frá hvørgum av liðunum.
Gamla KÍ í seinna hálvleiki
Tað agressiva álopskenda KÍ liðið við høgum trýsti, sum vit sóu so ofta áðrenn summarsteðgin, men ikki ofta hava sæð eftir summarsteðgin, kom fram aftur, so skjótt sum seinni hálvleikur í dag bleiv settur í gongd. Víkingar blivu trýstir í botn, og tað var bara spurningur um tíð, áðrenn KÍ trýstið fór at geva úrslit, tí KÍ fekk eisini fleiri góðar møguleikar burturúr trýstinum. Meðan Víkingur hinvegin als ikki megnaði at fáa nøkur kontraálop í lag. Útjavnandi málið kom, tá eitt korter var eftir. Jonas F. Rasmussen sendi frálíkt innlegg til Páll A. Klettskarð, leikarin sum er toppskjútti í innanhýsis dystum millum hesi bæði liðini, og hann skallaði trygt í málið. Eftir hetta tók Víkingur aftur nakað yvir, men KÍ helt teimum burtur frá møguleikum og tað nærmasta var, tá nøkur innlegg komu, sum eingin fekk skot á. KÍ fekk kontra møguleikar og í síðsta minutti bleiv Ísak Simonsen feldur á brotssteigarmarkinum. Innskifti Niels Pauli Danielsen skeyt so mikið væl, at Geza Turi ikki fekk hildið bóltinum og leysa bóltin skeyt Páll A. Klettskarð í málið, og so kókaði millum kongabláu viðhaldsfólkini. Hetta var eisini endaliga støðan.
Mikkjal rakti plett
Eftir dystin kann ein siga, at tað var KÍ venjarin, sum við sínum valum rakti plett. 18 ára gamli Ólavur Niclassen gjørdi onkran lítlan feil fyrstu løtuna, væl skilligt við umstøðunum í huga, men spældi sum heild ein sera góðan dyst sum vinstri miðverji í 3-4-3 leikskipanini. Vísti styrki og skjótleika og var ikki bangin í einum krevjandi fysiskum dysti. Og júst 3-4-3 leikskipanin hjá KÍ riggaði framúr væl, tá tað skuldi koma til at halda Víkingum heilt burtur frá stórum møguleikum. At Víkingur bara fær ein 100 prosent møguleika á teirra sterka heimavølli talar fyri seg. Á KÍ liðnum vóru serliga avrikini í verjuni sannførandi, meðan Semir Hadzibulic enn einaferð vísti sín týdning á miðvøllinum. Og í álopinum vísti Páll A. Klettskarð seg at vera sera avgerandi fyri KÍ við sínum báðum málum. KÍ staðfesti enn einaferð, at liðið hevur sera gott tak á Víkingi, sum ongan dyst hevur vunnið á KÍ í 2015 og 2016. Mongu KÍ áskoðararnir vístu sína gleði seinastu løtuna í dramatiska dystinum, sum hóast hart spæl til tíðir, var spældur í einum góðum ítróttaranda við tveimum framúr góðum áskoðarafjøldum. KÍ vann seg við sigrinum aftur uppá eina leiðslu uppá fýra stig. Fýra dystir eru eftir at spæla í Effodeildini og endar kappingarárið við, at KÍ liggur, har sum liðið liggur í løtuni, so verður dagsins dystur helst millum teir minniligastu – sæð við KÍ brillum – í nýggjari tíð.
Niðanfyri kann dysturin síggjast. KVF stroymaði dystin. Víkinga málið kann síggjast á 33.03, meðan KÍ málini kunnu síggjast á 1.35.10 og 1.50.08




