Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ dreingir fingið góða byrjan

Hannefía Joensen

KÍ hevur spælt fýra dystir í meist-arabólkinum og tveir dystir í steypakappingini, og tað hevur gingið væl í hesum dystum

Kappingin hjá dreingjum byrjaði fyri einum mánað síðani, og KÍa hevur longu spælt fýra dystir í landskappingini. KÍa spælir við í meistarabólkinum, har tey sterkastu dreingjaliðið eru við.
KÍ hevði trupla byrjan í kappingini, tí tveir teir fyrstu dystirnir vóru á útivølli ímóti HB og VB/TB, sum verða roknað millum tey sterkastu liðini í kappingini.
Fyrri dysturin var í Havn, og har kláraði KÍ at fáa málleysan javnleik við sær heimaftur. Tað líktist eisini einum javnleiki á Tvøroyri í næsta umfarinum, men stutt fyri leiklok skoraði VB/TB og vann dystin – heldur óuppiborið – 1-0.
Síðani hevur KÍ spælt tveir dystir á heimavølli. Fyrri dysturin var á páskum ímóti NSÍ, sum eisini hevur eitt sterkt lið við í kappingini, og hendan dystin vann KÍ 2-0. Seinasta leygardag vitjaði EB/Streymur í Klaksvík, og hesaferð vann KÍ 3-1. Leygardagin spæla KÍa dreingir ímóti B36 í Havn.

Í hálvfinaluna

Fyrstu dystirnir í steypakappingini eru eisini longu spældir, og her hevur KÍ spælt seg í hálvfinaluna í kappingini um Blaðberasteypið.
Í fyrsta umfari spældi KÍ ímóti FS Vágum, og her vann KÍ tryggan sigur. Úrslitið gjørdist 6-0 til KÍ.
Í fjórðingsfinaluni, sum varð spæld á páskum, vitjaði B68 í Klaksvík, og hendan dystin vann KÍ 3-1.
KÍ er tí komið í hálvfinaluna í steypakappingini, og har skal KÍ skal á útivølli ímóti VB/TB. Dysturin verður spældur 17. mai.

Tað ber til at fylgja gongdini hjá liðnum á heimasíðuni: www.ki-dreingir.com