Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ-EB/Streymur (1-4)

Jákup Ósá

(Beinleiðis úr Klaksvík) Líkindini eru frálík og fitt av áskoðarum, nú Klaksvíkskappingin er byrjað.

(Beinleiðis úr Klaksvík) Líkindini eru frálík og fitt aváskoðarum, nú Klaksvíkskappingin er byrjað.

KÍ byrjar við hesum liðinum(4-2-3-1)-: Meinhardt Joensen –Gunnar Christiansen, Sørmundur Kalsø, Oddmar Marsten, Heðin á Lakjuni – Atli Danielsen,Henry Heinesen – Álvur Christiansen, Heðin Klakstein, Hjalgrím Elttør –Kristoffur Jakobsen.

EB/Streymur byrjar við hesi uppstilling (4-2-3-1): Rene Tórgarð – GertHansen, Marni Djurhuus, Rógvi E. Nielsen, Árni G. Olsen – Brian Olsen, ArnarDam – Leif Niclasen, Niels Pauli B. Danielsen, Hans Pauli Samielsen – Gunnar Zachariassen.

 

9 min.: Gongur javnt á og spælið gongur fyri tað mesta fyriseg á miðvøllinum.

15 min.: Gestur Dam kemur inn fyri Rógva E. Nielsen, ið fór av vøllinum við skaða.

25 min.: Niels Pauli B. Danielsen hevur lagt EB/Streym áodda 1-0 eftir fríspæling frá høgra bakkinum Gert Hansen. Hetta er nærum fyrstimøguleikin í dystinum.

30 min: Hjalgrím Elttør tekur eitt gott trekk í vinstru. Leggur innfyri, har Gunnar Christiansen fær skot á, men bólturin fer á yvirleggjaran.

35 min.: Sørmundur Kalsø skal spæla inn til Meinhardt Joensen, men bólturin fer ístaðin beint til Gunnar Zachariassen. Hann skorar til 2-0 til EB/Streym.

40 min.: Hans Pauli Samuelsen gerst leysur og spælir Niels Paula B. Danielsen leysan. Hann skorat trygt við høgra beini. 3-0 til EB/Streym.

Hálvleikur: 3-0 til EB/Streym. Beint fyri hálvleik var bólturin aftur í KÍ málinum, men hesaferð var bríkslað fyri rangstøðu. Ein ivasom døming. Nakað áðrenn hevði Gunnar Christiansen eina fína roynt, ið fór beint viðsíðuna av. EB/Streymur hevur verið effektivt í fyrra hálvleiki. 

55 min.: Álvur, Heðin og Henry eru farnir út. Inn eru komnir Ivan Joensen, Jóhan Jacobsen og Helgi Samson. KÍ hevur verið betra liðið higartil í seinna hálvleiki, men teir stóru møguleikarnir eru ikki komnir.

65 min.: Kristoffur og Atli eru farnir út meðan Ísak Simonsen og Tórur Justesen eru komnir inn. Hjá EB/Streymi er Hanus Olsen komin inn fyri Arnar Dam. KÍ hevur havt nakrar skotroyndir, men teir stóru møguleikarnir eru ikki komnir enn.

70 min.: EB/Streymutr snýtir rangstøðufelluna. Hans Pauli blívur púra leysur, men spælir uppá tvørs til Gert Hansen. 4-0 til EB/Streym og dysturin tykist endaliga avgjørdur.

75 min.: KÍ minkar um munin við sjálvmáli frá Gert Hansen. Hornaspark frá Ísak, ið endar í málinum umvegis Gert Hansen.

77 min.: Flott KÍ álop, har Gunnar Christiansen leggur inn til Helga Samson, ið kemur væl framum verjuleikara, men bólturin fer beint viðsíðuna av málinum.

82 min.: Helgi Samson dregur framvið fleiri og fær skot á, men Rene fær akkurat bjargað til hornaspark. Júst Helgi finnur løtu seinni Hjalgrím, sum spælir Jóhan, men skotið blívur ov spakuligt. Helgi hevur verið eitt av stóru ljóspunktunum á KÍ liðinum eftir at hann kom á vøllin í seinna hálvleiki.

Liðugt: 1-4

Dysturin endaði við stórsigri til EB/Streym. Fyrsta tíman var EB/Streymur betra liðið. Fleiri og betri flytingar og betri avleveringsspæl. Og tá teir so fingu mál møguleikarnar, so vóru teir avgjørdir. Síðsta hálva tíman var KÍ betri við og kom til nakrar møguleikar. Teir innskiftu leikararnir gjørdu eisini sítt til at betra um avrikið hjá heimaliðinum. Men sigurin hjá EB/Streymi var fult uppiborin og serliga KÍ avrikið í fyrra hálvleiki boðar frá, at nógv er at arbeiða við.