Tað er lagt upp til spennandi dyst í næst seinasta heimadystinum í ár hjá KÍ, tá EB/Streymur vitjar í dag.
EB/Streymur stríðist fyri at fáa Europa League pláss, meðan KÍ stríðist fyri at umganga niðurflyting. Jú, nógv stendur uppá spæl, tá KÍ í dag spælir sín næst seinasta heimadyst og kanska tann týdningarmiklasta í ár. Liðini hava fyrr í ár leikt nakrar undirhaldandi, javnar og spennandi dystir. Í Klaksvík endaði bæði landskappingar- og steypadysturin við 1-1 javnleiki, meðan EB/Streymur vann 4-3 og 2-1 við Margáir í teimum báðum kappingunum, har KÍ leikliga var væl við í báðum dystunum.
Bæði liðini eru skerd í dag. Hjá KÍ hava Álvur Christiansen og Jóhan Jacobsen leikbann, meðan Sørmundur Kalsø og Ísak Simonsen eru ivasamir vegna skaðar. Hjá EB/Streymi er Arnbjørn Hansen skaddur, meðan Pætur Dam Jacobsen hevur leikbann. Gert Hansen var ikki førur fyri at spæla seinast, men verður helst brúktur í dag.
Dysturin byrjar kl. 15.00 og dómari verður Ransin N. Djurhuus.




