Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ eigur mest vinnandi kvinnuliðið

Norðlýsið

KÍ-kvinnurnar hava í kvøld tryggjað sær sjeynda FM-heitið á rað. Hetta er áttanda FM-heitið tilsamans, og KÍ er nú farið fram um HB, sum hevur vunnið sjey FM-heiti í kvinnudeildini

Meðan menninir hjá HB í kvøld vórðu flongdir á Mølini, syrgdu kvinnurnar hjá KÍ fyri, at tær nú eru mest vinnandi liðið í føroyskum fótbólti. KÍ vann í kvøld sítt áttanda føroyameistaraheitið, og tað er tað mesta hjá nøkrum kvinnuliði.

KÍ og HB hava staðið á jøvnum við sjey meistaraheitum seinasta árið, men í kvøld fór KÍ fram um HB.

KÍ spældi ímóti GÍ, sum er næstfremst í kvinnudeildini, og KÍ vann dystin 4-2 eftir hálvleiksstøðuna 2-0. GÍ byrjaði dystin betur, men KÍ arbeiddi seg so líðandi inn í dystin, og stutt fyri hálvleik skoraði Kí tvær ferðir. Í seinna hálvleiki var nøkunlunda javnt, og liðini skoraðu tvey mál í part.

Sigurin hjá KÍ hevur við sær, at KÍ kann ikki takast í FM-bólkinum, hóast tvey umfør eru eftir at spæla.

Vit ynskja KÍ-kvinnunum tillukku við meistaraheitinum!


Beinleiðis dystarfrásøgn:

GÍ reduserar til 2-4 – Nú 66 minuttir eru leiktir hava gøtukvinnurnar redusera til 2-4.




——-

Vivian Bjartalíð skorar til 4-1 –
Hetta er næsta málið hjá Vivian og 58 minuttir eru leiktir

——-

Málverjin hjá KÍ var so óheppin at skjóta bóltin á ein GÍ leikara og bólturin støkk í málið.
Støðan er nú 3-1 til KÍ.

——-

Vivian Bjartalíð hevur lagt KÍ kvinnurnar á odda 3-0
Nú fimm minnuttir eru leiktir av seinra hálvleiki er KÍ á oddag 3-0.

——-

43 minuttir eru farnir og Kristina Eyðbjørnsdóttir og Malena Josephsen hava skora fyri KÍ.
Vinnur KÍ dystin er greitt at føroyarmeistaraheitið aftur í ár endar í Klaksvík.