Kappingarárið hjá KÍ endaði viðeinum vónbroti, tá liðið tapti við Margáir og endaðikappingina á einum 6.plássi.
Tað var fitt av vindi við Margáirleygardagin og ættin skifti nógv, tá EB/Streymur og KÍ møttust íeinum dysti, sum helst avgjørdi, hvør fór at enda nummar 5 ogharvið fáa ein heimadyst eyka næsta ár.
KÍ var greitt betra liðið í fyrrahálvleiki og heili tríggjar ferðir rakti Páll A. Klettskarðstongina og út. Tað var Rógvi E. Nielsen, sum legði EB/Streym áodda, tá 14 minuttir vóru farnir. Hetta var ein av fáu royndunumhjá EB/Streymi í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki javnaðidysturin seg út ,og KÍ hevði meira trupult við at skapa neyðugumøguleikarnar. Eitt mistak frá Meinhardt Joensen gjørdi, atArnbjørn T. Hansen slapp at reka einsamallur móti tóma málinum ogskorað í hansara seinasta dysti fyri EB/Streym á hesum sinni. KÍfekk eitt brotsspark móti endanum og Heðin á Lakjuni slapp attaka, nú hann kundi skora mál nummar 100, men Heðin skeyt áyvirleggjararan og út.
Endaliga úrslitið var 2-0 tilEB/Streym. Tá NSÍ sum væntað vann sín dyst móti ÍF, so merkirhetta, at NSÍ endar nummar 4 og fær Europa League pláss,EB/Streymur endar á 5. plássi og KÍ endar á 6.plássi.




