Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ endaði kappingarárið væl

Jákup Ósá

Heili seks mál komu, harav fimm uppá deyðbóltsstøður, í síðsta landskappingardystinum hjá KÍ í ár.

Føroyameistararnir vóru væl upplagdir og tóku av teimum flestu málmøguleikunum, sum komu. Serliga eftir deyðbóltsstøður lá væl fyri, men í verjuspælinum var liðið eisini í gávuhýri, tí tað er ikki vanligt at KÍ letur tvey mál inn uppá deyðbóltsstøður. Fyrstu 26 umførini lat KÍ bara fimm mál inn uppá deyðbóltsstøður.

KÍ vann 4-2 og so kundu mongu áskoðararnir fegnast við einum sigri á degnum, har steypið bleiv handað. Júst at vinna á hesum degnum miseyndaðist bæði í 2021 og 2023. NSÍ vísti eisini góðan stíl við at heira meistararnar bæði undan og eftir dystin.

Tá KÍ kom aftur til Klaksvík lat KÍ allar dyr á Djúpumýru upp og mong nýttu høvið at síggja, hvussu umstøðurnar eru, har KÍ-kvinnur og menn húsast til dagligt í stríðnum móti góðu úrslitunum í ár. Eitt gott átak.