Góðu úrslitini hjá KÍ áðrenn Summar Festivalin gjørdu, at KÍ nú hevur tryggjað sær Europa League luttøku fyri 2019.
Hóast KÍ tapti móti 07 Vestur í 25. umfarinum, so gjørdu onnur úrslit tað, at KÍ nú hevur tryggjað sær Europa League luttøku fyri 2019. KÍ er nýggju stig frammanfyri Víking, sum er nærmasta liðið til Europa League pláss og bara seks stig eru eftir at kappast um.


