Tá tveir minuttir vóru eftir at leika skoraði Sigrid Jacobsen fyri KÍ til endaligu støðuna 3-2 til Víking
Enn einaferð eru KÍ kvinnurnar í finaluni – men tað stóð á gomlum nøglum.
Víkingur var betra liði og hevði sigurin fult uppibornan – men tað er eisini rættvíst, sæð yvir báðar semifinalurnar, at KÍ kvinnurnar komu víðari.
Men dysturin í kvøld hevur óivað givið KÍ venjaranum nakað at hugsa um til finaluna – sum í ár verður ein tann mest spennandi í fleiri ár.




