Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ er fyribils einasti avbjóðari hjá HB

Jákup Ósá

KÍ megnaði at vinna í Trongisvági og tað var akkurát so tepurt, sum tað plagar at vera.

Meðan hini topp 5 liðini javnan vinna stórsigrar í Trongisvági (NSÍ, Víkingur og B36 hava vunnið við 3-4 málum í ár), so skal KÍ hvørjaferð stríðast til tað síðsta fyri at fáa sigrarnar, tí ikki síðani 2012 hevur KÍ vunnið ein dyst í Trongisvági við meir enn einum máli. Nakrar ferðir er tað enda við javnleiki og í steypakappingini í ár koppaði tað til TB/FCS/Royn.

 

Hjá KÍ fekk 21 ára gamli Mikkjal á Bergi debut sum vinstri vongverji í einari 3-4-3 leikskipan. Í fyrra hálvleiki stýrdi KÍ dystinum, meðan heimaliðið tóktist hava lagt seg eftir at liggja væl skipað langt afturi á vøllinum. KÍ fekk lítið pláss at spæla á, men nøkur góð álop vóru og einu ferðina skoraði Páll A. Klettskarð eftir innlegg frá Jóannes K. Danielsen úr høgru. Sami Jóannes var við í flestu av góðu álopunum hjá KÍ gjøgnum dystin, og áðrenn hálvleik var hann nær við at økja.

Í seinna hálvleiki kom TB/FCS/Royn longur fram á vøllin og dysturin bleiv meira javnur. KÍ hevði onkrar stórar møguleikar at økja, men TB/FCS/Royn kundi eisini havt javnað og einu ferðina endaði skot á stongini. Endaliga úrslitið gjørdist 1-0 og samanlagt hevði KÍ sigurin uppibornan, tí KÍ hevði fleiri málmøguleikar, meðan TB/FCS/Royn ikki hevði stórvegis av stórum mál møguleikum afturat royndini, sum endaði á stongini. Nú B36 og NSÍ taptu hetta umfarið, so er KÍ helst einasta liðið, sum kann fáa oddaliðið HB aftur. Hjá B36 eru 12 stig upp til HB og hjá NSÍ eru 11 stig upp til HB. Og sum HB hevur koyrt hetta kappingarárið, so er lítið sannlíkt at tann munurin kann vinnast inn aftur. KÍ er 5 stig aftanfyri, og tað er ikki so stórur munur, at hann ikki kann innheintast, hóast tað er trupult at síggja, hvør skal steðga HB, tá B36 ikki ger tað, sum vanliga ikki tapir móti HB.

 

Komandi vikuskiftið verður seinasta umfar áðrenn summarsteðgin og tá skal KÍ spæla á útivølli móti EB/Streymi.