Við sigri á FC Suðuroy í Klaksvík er 1.deildarliðið hjá KÍ komið uppá 4. pláss.
KÍ fekk eina góða byrjan og kom skjótt á odda 2-0 við málum frá David Langaard og Eivin Sørensen, har tað seinna var sera væl gjøgnumspælt. Men FC Suðuroy kom aftur og við frálíkum langskoti frá Hera Kjærbo og skallara frá Valerian Lobashvili bleiv 2-2. Men KÍ reisti seg aftur og Aksel B. Danielsen gav KÍ leiðsluna áðrenn hálvleik.
Í seinna hálvleiki kom eitt øgiligt trýst frá FC Suðuroy, sum fyri tað mesta er mannað við somu leikarum, sum í fjør fluttu niður úr Effodeildini. Um miðjan hálvleikin tók KÍ venjarin, Jóan Pauli Jacobsen, avleiðingarnar av hesum og setti roynda Jógvan Isaksen á vøllin og broytti leikskipan frá 4-2-3-1 til 5-4-1/3-6-1. Og við Jógvan sum stýrimanni í verjuni fekk KÍ aftur tamarhald á dystinum og restina av dystinum skapti FC Suðuroy lítið og einki. KÍ lá til tíðir og hótti við kontraálopum og serliga Eivin Sørensen kundi tvær ferðir havt økt um KÍ leiðsluna. Móti endanum av dystinum bleiv dysturin endaliga avgjørdur, tá Jóannes K. Danielsen fekk góða sending frá Aksel B. Danielsen. Jóannes tók eitt trekk í vinstru síðu, áðrenn hann skeyt bóltin í málið til 4-2.
Við sigrinum kom KÍ uppá 4. pláss við 9 stigum fyri seks umfør. Frammanfyri eru EB/Streymur, 07Vestur og FC Suðuroy, so KÍ er í løtuni best av liðunum, sum hava síni næstbestu lið í 1.deild. Næsti dystur hjá KÍ er við Margáir móti oddaliðnum EB/Streymi.




