Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ er mest lokalt av topp 6 liðunum

Jákup Ósá

Av topp 6 liðunum í 2015, so hevur KÍ í løtuni tann hópin, sum í nógv størsta mun er bygdur upp um lokalar kreftir.

Av topp 6 liðunum í 2015, so hevur KÍ í løtuni tann hópin, sum í nógv størsta mun er bygdur um lokalar kreftir.

Hyggja vit eftir, hvussu hóparnir hjá ymisku liðunum eru í løtuni – og vit bara hugsavna okkum um topp 6 liðini í 2015, so er KÍ tað liðið, sum í løtuni hevur fæst leikarar uttanífrá. Bara tríggir leikarar í núverandi KÍ hópinum hava sín uppruna í øðrum feløgum. Men her skal havast í huga, at flestu liðini framvegis ikki hava mannað hópin endaliga, og tí kann okkurt broytast. Men nógv bendur á, at KÍ í 2016 verður tað mest lokala liðið av topp 6 liðunum í 2015.

Leikarar uttanífrá:

B36(8): Tórður Thomsen, Hørður Askham, Andrias Eriksen, Alex Mellemgaard, Høgni Madsen, Hanus Thorleifsson, Jógvan Andrias Nolsøe og Lukasz Cieslewicz

NSÍ(6): Símun Rógvi Hansen, Jóhan Jacobsen, Haraldur R. Højgaard, Magnus H. Olsen, Jónleif Højgaard og Hákun Edmundsson.

Víkingur: (8) Geza Turi, Gert Hansen, Atli Gregersen, Hans Jørgen Djurhuus, Filip Djordjevic, Jobin Drangastein, Hans Pauli Samuelsen og Jón Krosslá Poulsen.

HB: (6) Teitur M. Gestsson, Jóhan T. Davidsen, Ari M. Olsen, Poul Ingason, Adrian Justinussen, og Arnbjørn T. Hansen(við fyrivarni).

KÍ: (3) Kristian Joensen, Jonas F. Rasmussen og Súni Olsen.

ÍF: (11) Hallgrím G. Hansen(við fyrivarni), Gunnar Christiansen, Poul N. Mikkelsen, John Daniel Guðjonsson, Alex dos Santos, Henry Heinesen, Kristoffur Jakobsen, Andy Olsen, Karl Løkin, Adeshina Lawal og Clayton Soares

Fyrivarni skal takast við, at onkur av nevndu leikarum, sum spældu í 2015, ikki spælir við felagnum í 2016, tí allir hesir nevndu hava ikki gjørt sáttmála enn fyri 2016. Men eingin hevur boðað frá, at hann skiftur felag ella gevst at spæla.

Harleyfacadeacryl