KÍ er tað liðið í Effodeildini, sum í ár hevur fæst leikarar í hópinum, sum ikki eru uppaldir í felagnum av teimum, sum í ár hava ella væntandi fara at spæla í lands- ella steypakappingini.
Í vetur skrivaði Norðlýsið grein um, hvussu støðan var í hópunum í Effodeildini, tá dentur var lagdur á, hvussu nógvar leikarar feløgini hava, ið ikki eru uppaldir í felagnum. Tá vóru KÍ og Skála tey liðini, sum í minsta mun høvdu leikarar uttanífrá. Og støðan er framvegis tann sama. Í løtuni hevur Skála havt fæst leikarar, sum eru komnir uttanífrá, men hetta broytist eftir summarsteðgin, tá Skála fær tveir leikarar uttanífrá afturat. Sostatt er KÍ nú einsamalt tað liðið í Effodeildini, sum í tali gjøgnum kappingarárið 2016 hevur havt fæst leikarar uttanífrá. KÍ er við øðrum orðum mest lokalt í Effodeildini 2016.
Leikarar uttanífrá(ikki uppaldir í felagnum) sum hava sáttmála ella antin hava verið ella vera (komnir til í summar) á vøllinum fyri avísa felagið í ár í lands- ella steypakapping:
B36 (12): Tórður Thomsen, Hørður Askham*, Andrias Eriksen*, Alex Mellemgaard, Høgni Madsen, Hanus Thorleifsson, Jógvan Andrias Nolsøe, Sebastian Pingel, Lukasz Cieslewicz, Trygvi Askham, Eli F. Nielsen, Gestur B. Dam
*Eru fluttir til B36 umleið 15 ára gamlir
NSÍ (11): Símun Rógvi Hansen, Jóhan Jacobsen, Andras Frederiksberg*, Haraldur R. Højgaard*, Magnus H. Olsen, Jónleif Højgaard, Nicolaj Kølert, Høgni Madsen, Tobias Wittus Olesen, Jann Benjaminsen**, Andri Benjaminsen**
*Hava ikki spælt higartil vegna skaðar, men hava sáttmála
** Eru upprunaliga B68 leikarar, men hava spælt ein part av ungdómsárunum við NSÍ
Víkingur (9): Geza Turi, Gert Hansen, Atli Gregersen, Hans Jørgen Djurhuus, Filip Djordjevic, Jobin Drangastein, Hans Pauli Samuelsen, Jón Krosslá Poulsen, Sorin Anghel
HB (10): Teitur M. Gestsson, Jóhan T. Davidsen, Ari M. Olsen, Poul Ingason, Adrian Justinussen**, Daniel Johansen**, Øssur Dalbúð, Fróði Benjaminsen, Símin Hansen, Arnbjørn T. Hansen*
*Hevur ikki spælt í ár, men væntast at spæla eftir summarsteðgin
**Hevur spælt seinastu árini í ungdómsfótbóltinum við HB
KÍ (6): Kristian Joensen, Jonas F. Rasmussen, Ahmed Mujdragic, Semir Hadzibulic, Mayowa Alli, og Súni Olsen
ÍF (13): Oliver Korch, Gunnar Christiansen, Poul N. Mikkelsen, John Daniel Guðjonsson, Alex dos Santos, Kristoffur Jakobsen, Andy Olsen, Karl Løkin, Adeshina Lawal, Clayton Soares, Hallgrím Hansen, Elias Rasmussen, Ingi Sørensen
TB (14): Ndende A. Guéye, Salmundur Bech, Joslain Mayebi, Herve Din Din, Kofi Appiah, Signar H. Olsen, Albert Adu, Absalon Eliasen, Árni Rúnar Ørvarsson, Meinhardt Joensen, Heri Mohr, Jákup Pauli Breckmann, Pedrag Markovic, Casper Radza
AB (16): Dmitrij Jankovic, Nicolaj Eriksen, Dan í Soylu, Sørin N. Samuelsen, Rasmus Dan Sørensen, Høgni Midjord, Símun E. Samuelsen, Gunnar Haraldsen, Sandri Færø, Patrik Johannesen, Andri Freyr Bjornsson, Árni G. Nielsen, Bárður Olsen, Kári Nielsen, Aron Clementsen, Símin Hansen
Skála (7): Andras Gango, Fritleif í Lambanum, Rógvi Ryggshamar, Álvur F. Christiansen, Pætur D. Jacobsen, Rasmus Andersson*, Rógvi E. Nielsen*
*Hava gjørt sáttmála fyri írestandi dystir
B68 (7): Ivan Joensen, Pedro Tarancon Anton, Carlos Quintana Herrero, Fríði Sigurðsson, Albert Róin Johannesen, Evrard Blé, Damir Ibric Yuksel
Fæst leikarar, ið ikki eru uppaldir í felagnum:
6: KÍ
7: Skála og B68
9: Víkingur
10: HB
11: NSÍ
12: B36
13: ÍF
14: TB
16: AB




