Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ er nú fýra stig fremst

Jákup Ósá

KÍ vann stórsigur, meðan NSÍ tapti á heimavølli.

Tað bleiv ein góður dagur hjá KÍ í gjár. Í vánaligum veðri vann KÍ 5-0 í Trongisvági. Árni Frederiksberg (3) og Dávid B. Andreasen (2) skoraðu málini. KÍ var greitt betra liðið, men TB hevði eisini sínar møguleikar og skuldi havt skorað okkurt mál. Hjá KÍ vóru fleiri sannførandi avrik m.a. frá Jonn Johannessen, sum tykist hava sett seg á plássið á vinstra vongi. Eisini Dávid B. Andreasen staðfesti aftur, at honum kann venjarin hava álit á, tá hann fær møguleikan.

Í Runavík vann HB 4-1 á NSÍ og tað ger, at KÍ er fýra stig frammanfyri NSÍ undan týdningarmikla toppdystinum á norðoyastevnu.