Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ er oddalið í 1.deild

Jákup Ósá

KÍ vann í Fuglafirði og varðveitti oddasessin.

 

Undan dystinum lógu KÍ og ÍF nummar 1 og 2 eftir trý umfør við 7 stigum. ÍF kom á odda 1-0 við máli frá Dánial Paula Højgaard í 2. minutti. Men Eivindur Sørensen javnaði til 1-1 í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki kom eitt mál afturat og tað skoraði yngsti leikarin á vøllinum, 16 ára gamli Jonn Johannessen. 2-1 til KÍ var úrslitið. KÍ er sostatt framvegis oddalið í 1.deild.