Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ er sera skert móti B36

Jákup Ósá

KÍ kann koma at mangla fimm leikarar til ólavsøkudystin, sum í fyrru hálvu ofta vóru í uppstillingini.

Ólavsøkudag skal KÍ spæla landskappingardyst móti oddaliðnum B36 í Gundadali. Hetta er samstundis fyrsti dystur eftir summarsteðgin. Men fortreytirnar hjá KÍ eru ikki tær bestu. Tí nógvir leikarar eru ikki tøkir, sum vanliga eru millum teir, sum byrja inni.

Atli Danielsen boðaði eftir seinasta dyst frá, at hann fór ikki at spæla fótbólt á hægsta stigi í seinnu hálvu. Jóhan Jacobsen og Henry Heinesen hava leikbann, meðan Álvur Christiansen verður burturstaddur til dystin á ólavsøku. Hesir spæla heilt víst ikki. Síðani er stórt ivamál um danska miðverjan Jonas Flindt Rasmussen, sum sat uttanfyri við skaða seinastu dystirnar áðrenn summarsteðgin. Hann vandi við fyrstu tíðina eftir summarsteðgin, men hevur ikki vant við seinastu dagarnar. Harafturat hevur Rodrigo Silva drigist við ein minni skaða, men roknað verður við, at hann verður klárur týsdagin. Sostatt kann KÍ koma at mangla 5 leikarar til B36 dystin, sum ofta vóru at síggja millum teir fyrstu ellivu áðrenn summarsteðgin.

Harleywoodpaint