Kravið til KÍ er heilt greitt ein sigur, tá Argja Bóltfelag leygardagin kemur til Klaksvíkar at spæla fyrra dystin millum liðini í bólkaspælinum í steypakappingini.
KÍ hevur higartil tapt ein dyst og leikt ein javnan, so nú er kravið ein sigur til KÍ, ikki minst tá hugsað verður um, at AB helst er veikasta liðið í hesum bólkinum.
Hinvegin er spurningurin, um argjamenn nú eru so veikir, tá av tornar, tí hvørji VB ella EB/Streymur hava vunnið lættliga á teimum, tóat tey vunnu.




