Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ fær avloysara fyri Takuya Matsunaga

Jákup Ósá

KÍ avdúkar í dag nýggjan leikara.

28 ára gamli Takuya Matsunaga úr Japan hevur í vár roynt seg í KÍ, har hann hevur havt trupult við at vunnið sær pláss á liðnum, men eftir egnum ynskir hevur hann avgjørt at royna nýggjar leiðir, skrivar KÍ í dag á síni heimasíðu. 27 ára gamli Magnus Stamnestrø skal avloysa Takuya Matsunaga í KÍ hópinum. 

Norðlýsið skrivaði fyri eini tíð síðani, at Magnus Stamnestrø var á veg til KÍ. Tá vóru tað norskir miðlar, sum skrivaðu um eitt møguligt skiftið. Nú er avtalan undirskrivað, skrivar KÍ.

Talan er annars um ein leikara, sum hevur upplivað eitt sindur á síni fótbóltsleið. Hann er skrásettur fyri 55 dystir í bestu norsku deildini, har hann hevur skorað fimm mál. Eisini hevur hann árini 2011 og 2012 spælt á norska U19 og U20-landsliðnum. Árini 2010-2014 spældi hann við norska stórfelagnum Molde og árini 2015-2018 spældi hann við norska stórfelagnum Rosenborg. Leiktíðin var avmarkað, men var hann við til at vinna fýra meistaraheitir og tríggjar steypakappingar hesi árini í Molde og Rosenborg. Hann var skrásettur fyri 24 dystir í Rosenborg og 26 í Molde. Nú kemur hann frá Ranheim. Avtalan er sum skilst galdandi fyri restina av 2019.

Magnus spælir fyri tað mesta sentralt á miðvøllinum, men kann eisini spæla sum kantur. Flytingargluggin í Føroyum letur upp 15. juni, so hann kann ikki spæla við KÍ fyrr enn eftir tað. Hann verður partur av KÍ-hópinum frá komandi viku og fær sostatt eina tíð at venja saman við hópinum, áðrenn hann hevur loyvið at spæla dystir. Fyrsti dysturin hjá honum verður eftir ætlan á jóansøku 22. juni móti TB í Trongisvági.

 

Hetta er tann triði leikarin úr Noregi, sum verður partur av KÍ. Frammanundan eru Torbjørn Grytten og Simen Sandmæl partur av KÍ-hópinum.

Harleyfacadeacryl