Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ fær nýggjan álopsspælara

John William Joensen

Amerikanski álopsspælarin Joe Zewe skal styrkja álopið hjá KÍ, skrivar KÍ heimasíðan m.a.

Zewe, sum áður hevur spælt fyri danska felagið Viborg, skal spæla við KÍ restina av hesum kappingarárinum.

Partarnir hava tó avtalað, at fyrsti mánaðin verður royndartíð

24 ára gamli Joe Zewe kemur sunnudagin til Klaksvíkar. Sterki amerikanski álopsspælarin hevur í tvey ár spælt í donskum fótbólti, men seinasta árið hevur hann spælt í USA. Í Danmark spældi Joe Zewe fyrst fyri 2. deildarliðið B1909, har hann skoraði nógv mál. Hetta hevði við sær, at Viborg keypi Zewe, sum hevur spælt fyri Viborg í bæði superliguni og Royal League. Í fjør gekk sáttmálin hjá Zewe við Viborg út, og síðani hevur hann spælt í USA.

Dreymurin hevur allatíðina verið at sloppið aftur til Europa at spæla, og nú fær hann møguleikan í KÍ. Partarnir hava gjørt eina avtalu um, at Joe Zewe skal spæla fyri KÍ restina av hesum kappingarárinum, men partarnir hava samstundis avtalað, at fyrsti mánaðin verður ein royndartíð.

Joe Zewe er uppvaksin í einum forstaði til Pittsburg í Pennsylvania, og hann hevur millum annað spælt fótbólt fyri Penn State. Zewe er 184 sentimetrar høgur og verður roknaður sum ein sterkur og íðin álopsspælari. Hann hevur eisini royndir sum kantspælari.