Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ fær nýggjan formann í kvøld

John William Joensen

Aðalfundurin hjá KÍ verður í kvøld kl. 19 og umframt at velja nýggja leiðslu, luttekur høvuðsvenjarin, Eyðun Klakstein, sum gestarøðari.

Aðalfundur Klaksvíkar Ítróttarfelags verður í kvøld (mánadagin 28. apríl)  kl.19 í felagshølunum á loftinum Í KÍ høllini

Skrá fyri Aðalfundin tann 28. apríl.

1. Val av fundarstjóra og fundarskrivara.
2. Áseting av gildigum atkvøðum, samb. stk. 3.
3. Ársfrágreiðing frá formanni og ábyrgdarfólkum.
4. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
5. Ásetan av limagjaldi.
6. Innkomin mál.
7. Møgulig uppskot um broytingar í viðtøkum ella reglugerðum.
8. Valevni til formann, næstformann ella ábyrgdarfólk hava rætt til 5 minuttir hvør at bera fram valrøðu.
9. Val av formanni og næstformanni
10. Val av ábyrgdarfólkum.
11. Val av grannskoðara.
12. Ymiskt.

Tíðarfreistir og annað
Allir limir, sum eru 16 ár ella eldri, hava atkvøðurætt á aðalfundinum. Tíðarfreistin at koma við uppskotum til nevndarlimir og at leggja fyri aðalfundin er farin.

Gestarøðari
er høvuðsvenjari felagsins: Eyðun Klakstein.

Nevndin