Um fá ár eru tveir vallir í Klaksvík. Tað staðfestir Jóhann Lützen, ið er formaður í trivnaðarnevndini hjá Klaksvíkar Kommunu.
Tað staðfestir Jóhann Lützen, ið er formaður í trivnaðarnevndini hjá Klaksvíkar Býráð.
Fyri nøkrum vikum síðani staðfesti kanning hjá ÍSF, at KÍ er tað fótbóltsfelagið í Føroyum, sum er ringast fyri, tá tað kemur til vallarumstøður til sínar íðkandi limir. Plásstrotið er stórt, men nú er ein vón fyri framman. Tí stendur tað upp til núverandi býráð, so stendur nýggi venjingarvøllurin hjá KÍ klárur í 2019. Umframt venjingarvøll, so verður rennibreyt rundan um vøllin.
Tað staðfesti Jóhann Lützen, formaður í trivnaðarnevndini hjá Klaksvíkar Býráð, fyri Rás 2 fyrr í dag. Tað er í samband við, at oyggjaleikir upprunaliga skuldu vera í Føroyum í 2019, at nýggi vøllurin við rennibreytini rundan um skuldi vera klárur. Og hóast oyggjaleikir ikki vera í Føroyum tá, so er ætlanin framvegis, at stóra ítróttarliga frambrotið í Klaksvík gerst veruleiki í 2019.




