Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ fekk bank í Runavík

Jákup Ósá

KÍ spældi í gjár venjingardyst móti NSÍ.

KÍ spældi í gjár venjingardyst móti NSÍ.

KÍ spældi eisini dagin fyri á Svangaskarði móti B68 og tað merkti, at fleiri broytingar vóru á KÍ liðnum seinna dystin. M.a. var heilt nýggjur sentralur miðvøllur við Ivan Joensen, Heðin Klakstein og Kristian á Lakjuni, meðan Jóhan Jacobsen royndi seg sum fremsta leikara. KÍ byrjaði betri og hevði greiða yvirvág fyrstu 20 minuttirnar og hevði fleiri royndir á mál kanska uttan at fáa heilt stórar mál møguleikar. Men tað var NSÍ sum kom á odda eftir eitt beinleiðis fríspark frá Árna Frederiksberg og at síggja til fór bólturin onkursvegna ígjøgnum múrin. Eftir hetta setti NSÍ seg tungt á dystin og kundi fleiri ferðir økt um leiðsluna. KÍ hevði trupult við at seta seg á miðvøllin og teir bláu gjørdu nógv fríspørk og nógvar feil avleveringar. Í seinna hálvleiki var tað eisini NSÍ, sum var nógv vandamiklara liðið. Teir fingu eisini 4 mál afturat og vunnu 5-0. Klæmint A. Olsen skoraði 3 og Andy Olsen 1. Í seinna hálvleiki skiftu bæði liðini nógv út.

NSÍ byrjaði soleiðis: Andras Gango – Jonhard Frederiksberg, Per Langgaard, Sjúrður Jacobsen, Monrad H. Jacobsen – Magnus Olsen, Haraldur Højgaard, Meinhard E. Olsen – Árni Frederiksberg, Klæmint A. Olsen, Andy Olsen.

KÍ byrjaði soleiðis: Meinhardt Joensen – Gunnar Christiansen, Sørmundur Kalsø, Jonas Flindt Rasmussen, Rudolf Eliasen – Ivan Joensen, Heðin Klakstein, Kristian á Lakjuni – Álvur Christiansen, Jóhan Jacobsen, Jóannes Bjartalíð.