Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ fekk eina góða byrjan í Klaksvíkskappingini: KÍ vann trygt 4-2 á HB sum ikki megnaði at svara aftur

(
John Færø)

Eitt væl leikandi KÍ-lið legði seg á odda 3-0 við einum máli tíðliga í dystinum og síðani tveimum afturat innan fyri ein minutt í áleið 25. minutti, og eftir tað megnaði HB ongantíð at hótta seg í nánd av einum sigri.

Um KÍ í ár sleppur undan stórvegis skaðum, kunnu vit óiva rokna við einum sterkum liði í bláum og hvítum.
Tað kunnu vit í øllum førum rokna við, um dysturin ímóti HB leygardagin er umboðandi fyri styrkina hjá KÍ í ár.
HB møtti sterkastu manning, men megnaði hóast tað ongantíð at gera nakað við væl leikandi heimaliðið, sum tí vann sannførandi.

Hjalgrím 1, Símun 1
og Ovi gjørdi 2 mál.

KÍ legði seg á odda í fyrra hálvleiki, og var støðan eisini 3-0 í hálvleikinum.
Teir tóku leiðsluna, tá umleið eitt korter var farið av dystinum. Tað var Ovi Nysted, ið aftur var at finna í álopinum, sum fekk eitt sera gott innlegg úr høgru frá nýggja landsliðsleikaranum, Atla Danielsen. Sær sjálvum líkur skallaði hann sera hegnisliga í HB-málið.
1-0 til KÍ.
Tá umleið 25 minuttir vóru farnir fekk KÍ tvey mál innan fyri ein minutt.
Fyrst skoraði Hjalgrím frá brotsteigarmarkinum við einum fløtum skoti fram við HB-málverjanum dygst úti við handaru stong.
Lítla løtu seinni skallaði Ovi enn einaferð í mál. Hesa ferðina var tað upp á ein returbólt eftir hornaspark, sum hann tveitti seg fram og skallaði í mál.
Nú var 3-0 til KÍ.

KÍ-liðið.
KÍ byrjaði dystin við hesum leikarum á vøllinum:
Karstin Joensen í mál.
Jan Andreasen og Alexander Djordjevic í miðverjuni.
Atli Danielsen var høgri bakkur, meðan Rúni Elttør var í vinstru.
Miðvøllurin var mannaður við Eyðuni Klakkstein, Arnoldi Joensen, Allani Joensen og Símuni Joensen.
Fremstur í KÍ-álopinum var Ove Nysted, sum hevði Hjalgrim Elttør stutt aftan fyri seg.
Samanlagt var sostatt talan um eina uppstilling, sum líktist 4-4-1-1.

Nakrar útskiftingar
vórðu eisini gjørdar.

Í hálvleikinum vórðu nakrar útskiftingar gjørdar á KÍ-liðnum.
Harley Bertholdsen kom inn á vinstra bakkin fyri Rúna Elttør, og Erling Fles kom inn fyri Eyðun Klakkstein á miðvøllinum.
Allan Joensen fekk ein snudd beint eftir hálvleikssteðgin, og varð ein av nýggju stórtalentunum hjá KÍ, Frank Joensen, tá settur inn á vøllin. Frank varð settur á vinstra bakkin, og so flutti Harley fram á miðvøllin fyri Allan.

HB byrjaði betur
í øðrum hálvleiki.

KÍ kom ikki so væl frá byrjanini av seinna hálvleiki, sum í fyrra hálvleiki, tá teir høvdu havt meginpartin av spælinum.
HB fekk eitt mál, tá 5 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Málið kom av einum beinleiðis frísparki frá brotsteigarmarkinum beint framman fyri málið. Skotið rakti ein KÍ-leikara og snýtti tí málmannin og fór í málið. Tað var klaksvíkingurin í HB, Rógvi Jacobsen, ið skeyt hetta frísparkið.
So var 3-1 til KÍ.

Símun gjørdi
eitt perlumál.

KÍ yvirlivdi hendan partin av dystinum uttan at lata nakað mál inn, og tá 15-20 minuttir vóru farnir, svaraði KÍ aftur.
Eftir samanspæl millum Hjalgrím og Símun beint uttan fyri HB-brotsteigin, fór Símun ígjøgnum HB-verjuna og skoraði við einum fantastiskum skoti, sum kýndi undirsíðuni av yvirliggjaranum, áðrenn bólturin fór í málið.
Nú var 4-1 til KÍ, sum eftir hetta aftur tóku yvir meginpatin av spælinum.

Meir enn bara ein
venjingardystur.

Tað var heilt týðiligt og kundi merkjast uttan um vøllin, at hesir dystirnir millum KÍ og HB eru meira enn “bara” venjingar- ella vinardystir.
KÍ-leikararnir kempaðu sera væl í hesum dystinum. Eitt nú løgdu áskoðarar til merkis, hvussu væl Jan Andreasen leikti í miðverjuni. Tað besta avrikið frá hansara síðu síðan stóra meistaraárið 1999. Flott Jan!

KÍ kundi havt
vunnið meira.
Umframt tey 4 málini hevði KÍ í seinna hálvleiki í minsta lagi tveir 100% málkjansir, so tú ímóti endanum av dystinum fekk eina kenslu av, at KÍ var óheppi, at teir ikki vunnu dystin við fleiri málum.
Ístaðin var tað HB, sum fekk eitt troystarmál beint áðren dystralok, soleiðis at dysturin endaði við 4-2. Tað var Rókur av Fløtum Jespersen, ið skeyt málið.
Leygardagin leiktu eisini GÍ og NSÍ. Dysturin endaði 2-2 og mátti tí avgerast við brotsspørkum. GÍ vann brotssparkskappingina 5-4.
Tí leika KÍ og GÍ í finaluni í Klaksvíkskappingini, meðan HB og NSÍ spæla um bronsuna.

Harleyfacadeacryl