KÍ skal á heimavølli møta ÍF í 1/4 finaluni í kappingini um løgmanssteypið.
Víkingur fekk besta lutakastið, tá teir á heimavølli skulu møta FC Suðuroy. Eisini NSÍ er stórfavorittur móti Skála, meðan spennandi dystur verður í Gundadali millum HB og steypaliðið av øllum úr EB/Streymi. Klaksvíkingar eru neyvan illa nøgdir við lutakastið, tí KÍ fekk heimavøll móti einum liði, sum KÍ hevur gott tak á í Klaksvík.
Dystirnir eru:
KÍ-ÍF
HB-EB/Streymur
Skála-NSÍ
Víkingur-FC Suðuroy




