Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ fekk ”lættasta” lutakastið

Jákup Ósá

Í kvøld var lutakast um, hvussu spælast skal í hálvfinalunum í kappingini um løgmanssteypið í heyst.

7. september: Víkingur-HB

7. september: 07 Vestur-KÍ

5. oktober: HB-Víkingur

5. oktober: KÍ-07 Vestur

 

Sostatt møtir KÍ liðnum, sum liðið vann 6-0 móti á útivølli sunnudagin og hevur heimavøll seinna dystin. KÍ er sostatt stófavorittur at koma í finaluna fyri fyrstu ferð síðani 2016. Eydnast tað, so verður tað antin ein endurtøka av finaluni í 2016, KÍ-Víkingur, ella verður tað á fyrsta sinni í 24 ár finala millum arvafíggindarnar KÍ-HB.