Klaksvíkingar vóru millum teir meira ”hepnu”, tá lutakast í kappingini um Løgmanssteypið var í kvøld.
KÍ møtir 1.deildarliðnum 07Vestur á heimavølli. 07Vestur byrjar í ár av nýggjum og har er neyvan nakað ivamál, at KÍ er risa favorittur at koma í 1/4 finaluna. Sæð á tann hátt fekk KÍ ”lættan” dyst. Stóri dysturin í 1/8 finalunum er uttan iva granna uppgerðin millum nr. 1 og nr. 3 í fjør í HB og B36.
Lutakastið gjørdist hetta:
5. apríl: 1/8 finala
KÍ-07Vestur
HB-B36
Víkingur-Skála
FC Suðuroy-NSÍ
AB-TB
B68-Royn
Giza/Hoyvík ella B71-EB/Streymur
ÍF-Undrið ella MB
Kvinnurnar móti B36
Kvinnurnar hjá KÍ skulu 16. mars møta B36 á útivølli í 1/4 finaluni.




