Tað vóru ikki mild orð, sum Tróndur Vatnhamar og Leivur Frederiksen brúktu um KÍ í sending fríggjadagin.
Tað vóru ikki mild orð, sum Tróndur Vatnhamar og Leivur Frederiksen brúktu um KÍ í sending fríggjadagin.
Í sendingini ”Vikuskiftið” fríggjadagin hjá KVF viðgjørdu verturin Tróndur Vatnhamar og ítróttarredaktørurin Leivur Frederiksen Effodeildina og 6. umfar, sum verður spælt um vikuskiftið. Og tað var serliga KÍ, sum fekk ógvusligan kritikk frá teimum.
– Eftir mínum tykki er byrjanin í KÍ katastrofal í mun til tær íløgurnar, sum eru gjørdar í Klaksvík. Og eg giti, at tað eru fáir klaksvíkingar, sum ikki eru samdir í tí, segði Tróndur Vatnhamar m.a.
Og Leivur Frederiksen legði heldur ikki fingrarnar ímillum við kritikkinum av KÍ.
– Fyri at siga tað sum tað er, so er tað, sum KÍ í løtuni vísir á vøllinum, ikki vert pengarnar fyri atgongumerkið. Tí tað er ófatuliga óinteressant at hyggja eftir spælinum hjá teimum. Eg veit ikki, um tað er avtalað, at hatta skal vera stílurin, men liðið hevur potentiali til meira, enn tað vísir í løtuni. Tað tykist sum um tað er eitt nokkso defensivt útgangsstøðið, og so skal man dúgva nokkso nógv uppá deyðbóltar. Tað verður næstan ikki skapt nakað sum helst í opnum spæli. Tað bleiv tað ikki í Gundadali ímóti B36. B36 vinnur 1-0 við einum brotssparki, men tað skuldi verið løgið, um teir á B36 liðnum vóru troyttir eftir handan dystin, tí teir sluppu at trilla aftur og fram. Tað bleiv einki trýst lagt á B36 liðið og tað var onkursvegna ov lætt. Síðani skuldi man so trúð, at KÍ fór út og spældi seg víðari til kvartfinaluna í steypakappingini. Teir trekkja EB/Streym og gott nokk fáa teir tvey mál, men opinbart koyra teir í sama stíli. Fantasileyst álopsspæl o.s.v. Har má okkurt henda. Tað undrar meg í øllum førum, at tað ikki liggur betri fyri, segði Leivur Frederiksen m.a. um KÍ og vísti eisini á týdningin av dystinum hjá KÍ móti ÍF, sum eisini eftir hansara tykki hevur verið eitt stórt vónbrot higartil.
Les eisini:
Jóannes: Nógv stendur uppá spæl í Fuglafirði




